Eg ræðist tannlæknar

Tannlæknaótti er ikki óvanligur, og kann fylla sera nógv í lívinum hjá teimum útsettu, men tað ber til at yvirvinna óttan.

Fyri nógv fólk er tað at fara til tannlækna, ella at fáa viðgerð og røkt frá tannrøktara á eini tannlæknastovu, ikki bara sum at siga tað. Bara lukturin av eini tannlæknastovu kann vera nokk til at tey setast aftur, ella venda í durinum og fara heim aftur við sterkari tannapínu.

Fyri summi kann óttin verða so ógvusligur, at hann fullkomuliga oyðileggur tennirnar, og harvið eisini ein stóran part av lívinum. Umframt at tey verða plagaði av tannapínu, ísningum o.ø. óbehag, eru tey sera útsett fyri at fáa ljótar og misfarvaðar tenn, og í ringasta føri brenna tennirnar heilt burtur. Og tað kann viðføra bæði sosialar og sálarligar trupuleikar. Gongur ein ikki regluliga til tannlækna, kann fíggjarliga útreiðslan, av at rætta uppá vánaligu tannheilsuna, gerast so mikið stór, at tað fyri vanligar løntakarar nærum verður ógjørligt at gjalda. Tað verður so sjálvsagt enn ein forðing fyri at vánaliga tannheilsan kann gerast betur, og tí er tað sera umráðandi at søkja sær hjálp móti hesum ótta skjótast gjørligt.

Hvat er tannlæknaótti

Um ótta fyri tannviðgerð
– uml. 10% hava odontofobi
– uml. 30% hava annan ótta
– dupult so nógvar kvinnur hava ótta
– Òttin økist fyri hvørja ferð tú meldar avboð, orsaka av ótta
– Bert hæddarótti er meira útbreitt

Tannlæknaótti er fólkaliga lýsingin av at verða óttafull ella bangin fyri at fara til tannlæknan. Men tað er sjálvdan tannlæknanum ein er bangin fyri, men heldur viðgerðini, borimaskinum o.ø. á tannlæknastovuni. So tannlæknaótti er eitt nokk so óheppið navn.

Um óttin fyri tannviðgerð er so stórur, at ein ikki møtir til regluliga tannlæknavitjan, ella slett ikki gongur til tannlækna yvirhøvir, kallast líðingin odontofobi.

Hjálp móti ótta fyri tannviðgerð
Viðgerð og fyribyrging av ótta fyri tannviðgerð er grundað á eitt samarbeiðið í trúnaði millum patient og tannlækna. So ein avgerðandi fortreyt, fyri at tú kanst fáa hjálp móti hesum ótta, er, at tú ynskir at móttaka hjálp, og at tannlæknin er førir fyri at geva tær hesa hjálp.

Tú og tannlæknin eiga at hava sama undirstøðið fyri at loysa trupuleikan. Tað er útgangsstøðið fyri hesi 10 ráðini, til tín sum patientur.

Les eisini greinina: 10 góð ráð móti tannlæknaótta

© PETRI Tannklinikk – Tað er ikki loyvt at gera brúk av greinini, ella partar av greinini, uttan skriftligt loyvi frá PETRI Tannklinikk. – Greinin byggir partvís á faldaran “Få det bedre med at gå til tandlæge” eftir lektor, dr. odont. et cand. art. psych. Erik Friis-Hasché og tandlæge, psykoterapeut MPF Mette Engelbrecht, ið er gjørdur í samarbeiðið við Dansk Tandlægeforening

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320