Hevur tú tannapínu, brotið eina tonn, mist eina fylling ella komin illa fyri á annan hátt?
PETRI Tannklinikk bjóðar øllum sínum viðskiftafólkum tannapínu tænastu, soleiðis at tað altíð ber til at ringja á telefon 320 320 gerandisdagar í tíðarskeiðinum 8-16, fyri at hoyra um tað er nakar møguleiki at koma á bíðilista sama dag. Vit gera altíð okkara besta fyri at okkara viðskiftafólk skjótast gjørligt kunnu fáa neyðuga bráðfeingis hjálp.
Tað er sera umráðandi at ringt verður so tíðliga uppá dagin sum til ber! Seint uppá dagin er tíanverri næstan altíð ógjørligt at sleppa framat.