10 góð ráð móti tannlæknaótta

Tey flestu kenna til tannlæknaótta, ella ótta fyri viðgerð á tannlæknastovu. Vit kenna ofta til søgur frá øðrum, um hvussu tey upplivdu viðgerðina í tannlæknastólinum, og ofta hava vit sjálvi okkara egnu upplivingar frá tannlæknastólinum.

Hesar søgur eru ofta sagdar í skemti, men fyri tey umleið 40 prosentini av fólkunum, ið ikki hava tað gott við at fara til tannlækna, kunnu hesar søgur viðvirka til at gera teirra støðu enn verri.

Hesa niðurstøðu eru tveir granskarar komnir fram til, Erik Friis-Hasché og Mette Engelbrecht, ið millum annað hava granska tann ótta fólk kunnu hava fyri tannviðgerð.

Granskarnir viðmæla hesi 10 ráð til meira og minni fjálturstungnar patientar.

1. Viðurkenn tín ótta, og verð ikki smæðin. Tað eru fleiri, ið hava tað eins og tú.

2. Vel ein tannlækna, ið tær dámar, og ið er góður til at viðgerða patientar við ótta fyri tannviðgerð. Greið tannlæknanum frá, hvussu tú hevur tað.

3. Ger brúk av avspenningsøvilsum bæði áðrenn og aftaná viðgerðina.

4. Syrg fyri at vera úthvíld(ur) og avstrongd(ur), tá tú møtir upp hjá tannlækna.

5. Far regluliga og ofta til tannlækna – helst triðja høvnn mána.

6. Ger avtalur við tannlæknan, um, hvat ein viðgerð skal innihalda, og hvussu hon gongur fyri seg. Hevur tú tørv á einum steðgi, so syrg fyri at tað kemur í lag.

7. Greið tannlæknanum frá, nær tú ert bangin og tá tú følir pínu.

8. Spyr um lokaldoyving, um tú ikki heldur tað út. Tað kann eisini hjálpa við onkrum avslappandi áðrenn viðgerðina.

9. Um tú hevur eitt ynski um at fylgja við í viðgerðini, so spyr tannlæknan, um tú kanst fáa ein spegil, soleiðis at tú kanst síggja hvat sker.

10. Spyr! – Spyr tannlæknan, um tað er eitt hvørt tú ikki skilir, ella vilt vita meira um.

© PETRI Tannklinikk – Tað er ikki loyvt at gera brúk av greinini, ella partar av greinini, uttan skriftligt loyvi frá PETRI Tannklinikk. Greinin byggir partvís á faldaran “Få det bedre med at gå til tandlæge” eftir lektor, dr. odont. et cand. art. psych. Erik Friis-Hasché og tandlæge, psykoterapeut MPF Mette Engelbrecht, ið er gjørdur í samarbeiðið við Dansk Tandlægeforening

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320