Implantat

Manglar tær eina ella fleiri tenn, er implantat viðgerð ein møguleiki. Stórt sæð øll kunnu fáa ísett eitt implantat, bæði ung sum gomul. Men tað kunnu tó vera orsøkir til at implantat ikki er rætta loysnin fyri teg. Tað vil ein nágreinilig kanning hjá tannlækna staðfesta, har tannlæknin til dømis kannar um beini í tanngarðinum er svunnið ov nógv til at eitt implantat kann skrúvast fast. Í ávísan mun ber til at fáa beini í tanngarðinum at vaksa aftur (bone regeneration).

Hvat er eitt implantat
Eitt implantat er ein eftirgjørd tannrót, sum verður skrúva fast í beini. Tað kunnu setast eitt ella fleiri implantat í, sum tannlæknin síðan kann seta eina krúnu, brúgv ella protesu fasta á. Støddin á einum implantat er oftast uml. 3-5 mm tjúkt og 8-16 mm langt, og gjørt av titanium, sum kann vaksa fast i beini. Mannakroppurin sær ikki grundevni titanium (titan) sum eitt fremmandalikam.

Myndin niðanfyri vísir eina implantat loysn, har ein tonn manglar. Implantat viðgerð kann eisini brúkast tá fleiri ella allar tenn mangla.

Implantat - PETRI Tannklinikk

Her er so tannkrúnan skrúva føst omaná implantat skrúvuna.

Er áhugi at hoyra meira um implantat viðgerð, eru tygum vælkomin at ringja á telefon 320 320, ella skriva til okkum á petri@petri.fo

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320
Call Now Button