Covid-19
Dagført: 07.mars 2022
Allar avmarkingar eru farnar úr gildi
Seinastu tilmælini um koronaavmarkingar eru tikin av, galdandi frá 28. februar 2022. Hetta merkir, at tað verður ikki mælt til koronakanningar og sóttarhald longur.
Tó viðmæla vit enn fólki ið hava sterk sjúkutekin, sum hosta og njósa illa, ella snora, um ikki at koma til viðgerðir ið kunnu bíða.
Her fæst kunning viðv. Corona virus og covid-19. Ovast á síðuni ber til at síggja nær síðan seinast er dagførd, fyrivarni verður tikið fyri at nýggj tilmæli kunnu verða galdandi, hóast tey ikki standa skrivaði her.
Tað er trygt at koma til tannlækna!
Hóast vit enn síggja ymisk átøk fyri at tálma smittuni av Corona (COVID-19), er tað framvegis fullkomuliga trygt at koma til viðgerð hjá okkum. Vit fylgja til eina og hvørja tíð hægsta aðalkravi um reinføri, umvegis galdandi leiðreglur og normar at fyribyrgja smittu (NIR), soleiðis at tað altíð hevur verið, og framvegis er, trygt hjá sjálvt teimum veikastu at fáa viðgerð á tannlæknastovuni.
Tannlæknastovan er eitt tað reinasta og tryggasta umhvørvi tú finnur, og øll starvsfólkini eru væl lærd at tryggja hægsta reinføri og at tálma smittu.
Koronapass er ikki eitt krav fyri at fáa viðgerð
Fyri at verja okkara viðskiftafólk og starvsfólk, og soleiðis vónandi tryggja eina støðuga og góða tænastu framyvir, sum kann verða tøk tá neyðugt er, hava vit sett ymisk tiltøk í verk.
Sjúkutekin, so sum febur, hosti ella trupulleikar við andadrátti, eiga at verða tikin í álvara. Tískil skulu tit ringja til okkum á tlf. 320 320, og ikki møta upp á tannlæknastovuni.
Koronapass, er eitt tilmæli, men ikki eitt krav fyri at fáa viðgerð.
Munnbind, ynskja tit at bera munnbind ímeðan bíða verður eftir viðgerð, eru tit vælkomin at hava tykkara egna við. Hava tit gloymt tykkara munnbind, kunnu tit spyrja um at fáa eitt í móttøkuni.
Uttanlandsferð, her fylgja vit teimum til eina og hvørja tíð galdandi almennu tilmælum, áðrenn tað verður viðmælt at koma inn á tannlæknastovuna til viðgerð. Er talan um akutta og neyðuga viðgerð, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við okkum, so vegleiða vit fegin.
Reiðan pening, vilja vit helst ikki taka ímóti, men tað verður gjørt. Taki heldur gjaldskort við, ella geri avtalu við móttøkuna um gjald á annan hátt.
Ein fylgjari/hjálparfólk, er vælkomin við á tannlæknastovuna, um tað er neyðugt fyri at gjøgnumføra viðgerðina.
Spritt, stendur á fleiri støðum á tannlæknastovuni, og skulu øll vitjandi spritta hendur í móttøkuni tá møtt verður á tannlæknastovuni, og aftur áðrenn farið verður inn á eina viðgerðarstovu.
Útlufting
Tannlæknastovan er útgjørd við tveimum stórum ventilatiónsskipanum, sum syrgja fyri at øll luftin á tannlæknastovuni verður regluliga skift út við høgum títtleika. Umframt mekanisku útluftingina syrgja starvsfólkini fyri at lufta út við at lata vindeyguni upp av og á.
Óneyðug ørindi á tannlæknastovuni, sum kunnu bíða nakrar vikur, ella avgreiðast yvir tlf., t-post ella á annan hátt talgilt, eiga at verða avgreidd tann vegin.
Heitt verður á øll um ikki at møta óneyðugt upp á tannlæknastovuni, ella møta uttan avtalu. Ring 320 320 fyri at fáa í lag eina avtalu.
Hentar leinkjur:
www.corona.fo
www.landslaeknin.fo
www.hmr.fo
www.um.dk
OSS (Ofta Settir Spurningar)
Er koronapass eitt krav fyri at fáa viðgerð?
Talan er um tilmæli frá Løgmansskrivstovuni, og er tað tískil ikki eitt krav fyri at fáa viðgerð á tannlæknastovu. Føroyskir tannlæknar hava sína autorisatión beinleiðis frá Sundhedsstyrelsen, og er tað Landslæknin ið varðar av eftirlitinum og leiðreglunum í Føroyum. Landslæknin hevur ikki givið boð um at koronapass er krav fyri at fáa viðgerð á tannlæknastovu.
Eru tykkara starvsfólk koppsett?
Øll okkara heilsustarvsfólk, sum kundu taka ímóti koppseting, vóru koppsett saman við øðrum starvsfólkum í føroyska heilsuverkinum, og eru tískil liðugt koppsett.
Hvussu tryggja vit okkara starvsfólk og viðskiftafólk
Tað fyrsta tit møta, er eitt ‘stopp’ skelti á úthurðini, sum er til fyri at tryggja at ongin ið ber sjúkutekin kemur inn. Hóast vit dagliga fylgja strangastu aðalkrøvum um reinføri og sóttreinsan á tannlæknastovuni, hava vit í hesum døgum hert munandi um hesi átøk. Allir óneyðugir lutir á tannlæknastovuni eru goymdir burtur, og restin verður vaska og spritta av millum hvønn patient, og regluliga fleiri ferðir um dagin. Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólkaøki.
Starvsfólkini eru ílatin serligar plast búnar, og ymsa aðra persónliga verju, sum verður skift millum hvønn patient. Tað kann koma fyri at starvsfólkini brúka vanliga búnan, tað velst um hvør viðgerð verður gjørd, men so skifta tey ofta arbeiðsklæðir millum hvønn patient.
Hví bóru starvsfólkini ikki plast búnar undir mínari viðgerð?
Kravið um at okkara starvsfólk bera plast búna er tengt at hvør viðgerð ið verður givin. Nakrar viðgerðir hava við sær størri vanda fyri at smitta spreiðir seg, tað velst m.a. um hvussu nógvir dropar ferðast í luftini (aerosoler, ella fínt dust), og tískil er ikki krav um plast búna til allar viðgerðir. Starvsfólkini vilja tó til eina og hvørja tíð bera verndarbrillur, munnbind, og/ella visir (andlitsgrímu av plast).
Spyr endiliga tannlæknan ella tannrøktaran, um tað er nakað tit ivast í.
Hví eru nakrar av tykkara leiðreglum øðrvísi enn almennu tilmælini?
Tannlæknar hava sína løggilding beinleiðis frá Sundhedsstyrelsen í Danmark, og er tað í útgangsstøðinum teimum donsku leiðreglunum føroyskar tannlæknastovur fylgja. Tó er tað Landslæknin ið hevur seinasta orðið til eina og hvørja tíð, og hevur Landslæknin mynduleika at gera tillagingar fyri Føroyar. Tí kann tað koma fyri, at leiðreglurnar vit fylgja kunnu tykjast strangari ella linari enn almennu føroysku tilmælini, sum regul er tað tó strangari.
Kunnu allar viðgerðir gerast?
Sum støðan er í løtuni kunnu so gott sum allar viðgerðir gerast. Okkara starvsfólk gera í hvørjum einstøkum føri eina meting, og vilja geva tykkum neyðuga kunning hesum viðv.
Hvat kann eg sjálv(ur) gera fyri at tálma smittu?
Okkara tilmæli er, at tit til eina og hvørja tíð fylgja almennu leiðreglunum, og tá tit vitja á tannlæknastovuni:
- spritta hendur sum tað fyrsta tá tit møta;
- møt til tíðina, ikki langt áðrenn ella ov seint;
- hosta og njós í ermuna;
- avmarkað fysiskt samband við onnur og halt frástøðu á 1-2 m;
- ikki nerta við borð, stólar, vindeygakarmar o.l. óneyðugt;
- bíða evt. í bilinum um neyðugt, og sig frá í móttøkuni at tit eru komin;
- spritta hendur áðrenn tit fara inn á viðgerðarstovuna;
- rinda við gjaldskorti ella fá rokningina á t-post og rinda heimanifrá.
Ert tú í iva, ella hevur tú onkrar spurningar
Ring til okkum á tlf. 320 320, ella skriva á petri@petri.fo – so finna vit útav tí 🙂
Vit fylgja neyvt gongdini við Corona, og fylgja sjálvandi øllum nýggjum tilmælum og leiðreglum frá mynduleikum í samband við Corona virus.
Væntast kann tískil at vit dagføra okkara tilmæli og leiðreglar.
Heilsan
Toymi á PETRI Tannklinikk