Bílegging av viðtalutíð
Her kunnu tygum bíleggja eina viðtalutíð yvir netið. Ùtfylli teiganar niðanfyri, trýsti á knøttin “Send bílegging” niðast á síðuni, og vit venda aftur við eini váttan av tíðini skjótast gjørligt.
Nýggjur patientur?
Eingin trupuleiki
Hendan skipanin er fyri bæði nýggjar og virknar patientar hjá PETRI Tannklinikk. Tú útfyllir bara teiganar við røttum upplýsingum, og so venda vit aftur við eini váttan av tíðini. Nemt og einfalt!
Akut (tannapína o.l.)
Ring á telefon 320 320
Uttan fyri arbeiðstíð, so les meia her
Hvat hendir tá eg trýsti á send bílegging?
Hevur tú útfylt allar teigar rætt, sært tú eitt vindeyga, ið váttar fyri móttøkuni av tínari bílegging. Bíleggingin verður so sjálvvirkandi løgd inn í okkara skipan, og vit venda aftur til tín skjótast gjørligt við eini váttan av tíðini.
Er onkur feilur, ella onkur teigur manglar at útfylla, kemur tú til eina síðu, har tað framgongur hvat manglar. Síðan kanst tú fara aftur til bíleggingina og royna av nýggjum.
Kann eg senda teldupost?
Tað ber eisini til at senda somu upplýsingar yvir teldupost á petri@petri.fo
Kann eg avlýsa tíðir her?
Avtalaðar tíður mugu avlýsast á telefon 320 320, gerandisdagar millum kl. 8:00-16:00
Er tíðin nakrar dagar frammi í tíðini, ber til at avlýsa yvir teldupost á petri@petri.fo
