Skifta Tannlækna

Manglar tær tannlækna, ella ynskir tú at skifta tannlækna, so eru ráð fyri tí. Í Føroyum stendur einum og hvørjum vaksnum persóni frítt at velja sín egna tannlækna. Journalurin fylgir altíð persóninum, og tað er nývaldi tannlæknin ið syrgir fyri at fáa journalin við, um tað er ynskiligt. Tað er ikki altíð neyðugt.

Almenna ískoyti frá Heilsutrygd fylgir eisini sjálvvirkandi við.

Vit taka ímóti nýggjum viðskiftafólki, og tað einasta tær nýtist at gera, er at ringja á telefon 320 320, ella senda okkum eini boð á Facebook ella teldupost á petri@petri.fo

PETRI Tannklinikk
Hjá okkum verður dentur lagdur á tætt og jaligt samskifti við viðskiftafólki, umframt at yrkisliga dygdin er í hásæti. Vit bjóða allar vanligar tænastur innan tannrøkt, krúnur, brýr, protesir, plastfyllingar, kosmetiskar viðgerðir, bleiking, narkosu v.m.

Vit hava eisini drúgvar royndir og kunnu vísa á góð úrslit við parodontosu viðgerðum og tannlæknaótta (odontofobi).

Vit eru í løtuni tríggir tannlæknar, umframt at ein sertannlækni í kirurgi og ein serlækni í anæstesi (narkosulækni) eru knýttir at klinikkini. Fyri vanligu tannrøktini standa tveir sera dugnaligir tannrøktarar, og protesum (handilstenn v.m.) tekur ein tannteknikari sær av, í tøttum samstarvi við tannlæknan.

Ring á telefon 320 320, ella senda okkum eini boð á Facebook ella teldupost á petri@petri.fo

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320