Tað er trygt at koma til tannlækna

Vit hava opið, so øll fáa neyðuga viðgerð

G.G.Allar ikki neyðugar viðgerðir eru avlýstar. Ring 320 320, ella skriva á petri@petri.fo, um tørvur er á viðgerð.

Vit hava opið, so øll kunnu fáa neyðuga viðgerð!

Koronavirus
PETRI tryggjar øllum neyðuga viðgerð!

Ongin skal ganga við tannapínu, brádligum skaða á tenn og munn, ella við aðrari akutt viðgerð fyri neyðini. Øll sum hava tørv á tannviðgerð, ið ikki kann bíða, fáa neyðugu viðgerðina. Bara tær viðgerðir, sum kunnu bíða, verða útsettar eina tíð.

Vit eru farin niður í ferð, tí vit sum partur av heilsugeiranum varða um og røkja neyðugar heilsufakligar uppgávur. Tað eru hesar neyðugu viðgerðir vit nú tryggja tykkum. Tí eru vit noydd at avlýsa allar viðgerðir sum kunnu bíða.

Komandi tíðina eru vit áløgd at fylgja nýggjum leiðreglum frá avvarandi heilsumynduleikum, sum í smálutum útgreina, hvussu tannlæknar skulu handfara COVID-19.  Tað er nú eitt krav, at man ger avtalu við tannlæknan, áðrenn man møtir á tannlæknastovuni. Og tannlæknin er álagdur einans at gera neyðugar viðgerðir. Heilsumynduleikarnir hava avgjørt hvat kann roknast sum neyðug viðgerð, og tað er tannlæknin ið tekur støðu í hvørjum einstøkum føri.

Ring til okkum á tlf. 320 320, ella skriva á petri@petri.fo, so vegleiða vit fegin, og finna eina loysn.

Nøkur dømi um viðgerðir, vit kunnu gera í løtuni:

  • Tannapínu
  • Skaðar á tenn og munn
  • Infektión / bruna
  • Rótbruna
  • Størri hol (caries)
  • Parodontitis
  • Loysnaðar ella brotnar protesur, krúnur ella brýr
  • Brotnir ella leysir boylar til tannrætting
  • Og aðrar neyðugar viðgerðir

Ring ella skriva, um tað er nakar ivi, so vegleiða vit fegin og finna eina loysn.

Leiðreglurnar frá heilsumynduleikunum eru fyribils galdandi frá 17. mars til og við juni 2020. Tað kann vera at tíðarskeiðið verður broytt.

Hevur tú eina avtalu í næstum, seta vit okkum í samband við teg. Sjálvandi eru tygum altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum eisini.

Hevur tú gjørt avtalu um tíð til neyðuga viðgerð, skalt tú ikki møta á tannlæknastovuni, um nakað av hesum er galdandi:
– Tú hevur sjúkutekin, eisini linari, sum t.d. krím, ilt í hálsinum, hosta og/ella febur
– Tú hevur seinastu 14 dagarnar haft beinleiðis samband við ein ið hevur fingið staðfest korona smittuna.
– Tú hevur verið uttanlanda seinastu 14 dagarnar

So skalt tú í staðin ringja til tín kommunulækna, sum ávísir teg víðari í heilsuverkinum.

Hvussu tryggja vit okkara starvsfólk og viðskiftafólk
Tað verður eitt sindur øðrvísi at koma á vitjan á tannlæknastovuni í hesum døgum. Tað fyrsta tit møta, er eitt ‘stopp’ skelti á úthurðini, sum er til fyri at tryggja at ongin ið ber sjúkutekin kemur inn. Hóast vit dagliga fylgja strangastu aðalkrøvum um reinføri og sóttreinsan á tannlæknastovuni, hava vit í hesum døgum hert munandi um hesi átøk. Allir óneyðugir lutir á tannlæknastovuni eru goymdir burtur, og restin verður vaska og spritta av millum hvønn patient, og regluliga fleiri ferðir um dagin. Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólkaøki. Vit gera alt fyri at tryggja at bert ein patientur er á tannlæknastovuni, og helst ikki fleiri enn tvey starvsfólk.

Starvsfólkini eru ílatin serligar búnar, og ymsa aðra persónliga verju, sum verður skift millum hvønn patient. Tað kann koma fyri at starvsfólkini brúka vanliga búnan, men so skifta tey eisini arbeiðsklæðir millum hvønn patient.


Ert tú í iva, ella hevur tú onkrar spurningar
Ring til okkum á tlf. 320 320, ella skriva á petri@petri.fo – so finna vit útav tí 🙂

Heilsan
Toymi á PETRI Tannklinikk

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320
Call Now Button