Tað er trygt at koma til tannlækna

Vit hava opið, so øll fáa neyðuga viðgerð

G.G.Allar ikki neyðugar viðgerðir eru avlýstar. Ring 320 320, ella skriva á petri@petri.fo, um tørvur er á viðgerð.

Tað er trygt at koma til tannlækna hjá okkum!

Hóast vit síggja nógv átøk fyri at tálma smittuni av Corona (COVID-19), er tað framvegis fullkomuliga trygt at koma til viðgerð hjá okkum. Vit fylgja til eina og hvørja tíð hægsta aðalkravi um reinføri, umvegis galdandi leiðreglur og normar at fyribyrgja smittu (NIR), soleiðis at tað altíð hevur verið, og framvegis er, trygt hjá sjálvt teimum veikastu at fáa viðgerð á tannlæknastovuni.

Tannlæknastovan er eitt tað reinasta og tryggasta umhvørvi tú finnur, og øll starvsfólkini eru væl lærd at tryggja hægsta reinføri og at tálma smittu.

Vit fara niður í ferð

Fyri at verja okkara viðskiftafólk og starvsfólk, og soleiðis vónandi tryggja eina støðuga og góða tænastu framyvir, sum kann verða tøk tá neyðugt er, seta vit hesi fyribils átøk í verk.

Sjúkutekin, so sum febur, hosti ella trupulleikar við andadrátti, eiga at verða tikin í álvara. Tískil skulu tit ringja til okkum á tlf. 320  320, og ikki møta upp á tannlæknastovuni.

Uttanlandsferð, er orsøk til ikki at møta á tannlæknastovuni. Ring til okkum á tlf. 320 320, ella skriva á petri@petri.fo

Reiðan pening, vilja vit helst ikki taka ímóti. Taki gjaldskort við, ella geri avtalu við móttøkuna um gjald.

Ein fylgjari/hjálparfólk, er vælkomin við á tannlæknastovuna, um tað er neyðugt fyri at gjøgnumføra viðgerðina.

Spritt, stendur á fleiri støðum á tannlæknastovuni, og skulu øll vitjandi spritta hendur í móttøkuni, og aftur áðrenn farið verður inn á eina viðgerðarstovu.

Ikki neyðugar viðgerðir, kunnu verða fluttar nakrar vikur fram, alt eftir hvussu stórur tørvur er á bráðfeingis viðgerðum.

Óneyðug ørindi, sum kunnu bíða nakrar vikur, ella avgreiðast yvir tlf., t-post ella á annan hátt talgilt, eiga at verða avgreidd tann vegin.

Heitt verður á øll um ikki at møta upp á tannlæknastovuni uttan at hetta er avtalað.

Vit fylgja neyvt gongdini við Corona, og fylgja sjálvandi øllum nýggjum tilmælum og leiðreglum frá mynduleikum í samband við Corona virus. Væntast kann tískil at vit dagføra okkara tilmæli og leiðreglar.

Heilsan vit á PETRI Tannklinikk 🙂

Hentar leinkjur:
www.landslaeknin.fo
www.hmr.fo
www.um.dk

No Comments to “Tað er trygt at koma til tannlækna hjá okkum!”
  1. […] Soleiðis tryggja vit tannlæknastovuna móti Corona virus (covid-19) […]

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320
Call Now Button