Klinikkatstøðingur ella hjálparfólk til PETRI Tannklinikk


(Starvið er sett)

Vit sóknast eftir klinikkatstøðingi ella hjálparfólki, sum hevur áhuga fyri arbeiði á tannlæknastovu og hug at læra fakið. Starvið er 4-5 dagar um vikuna og kann byrja skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri at fara í læru sum klinikkatstøðingur eftir eina ávísa royndartíð.

Vit taka fegin ímóti umsóknum bæði frá útbúnum klinikkatstøðingum og frá teimum, sum ynskja at læra fakið og fara í læru. Royndir frá arbeiði á tannlæknastovu eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Í byrjanini fer arbeiðið serliga at fevna um fyrifallandi arbeiði á klinikkini, millum annað at reinsa og gera arbeiðstól klár og eftirhondini eisini at læra at assistera tannlæknum í teirra arbeiði. Arbeiðsuppgávurnar á klinikkini eru fjølbroyttar og fevna eisini um móttøku, arbeiði í sterilisatión og ymiskar aðrar uppgávur.

Vit vænta av tær, at tú møtir stundisliga og væluppløgd til arbeiðis, hevur áhuga fyri fakinum og ert sinnað/ur at læra og menna teg í arbeiðinum. Tað er eisini týdningarmikið, at tú ert hjálpsom/ur mótvegis starvsfeløgum og tekur móti nýggjum avbjóðingum við einum jaligum og uppbyggjandi hugburði. Vit vænta eisini, at tú dugir at taka ímóti okkara viðskiftafólkum á ein fyrikomandi og professionellan hátt.

Á klinikkini arbeiða fleiri tannlæknar, tannrøktari, klinikkatstøðingar og ein klinikksamskipari. Talan er um eitt fakliga sterkt arbeiðsumhvørvi, har vit leggja dent á samstarv og menning. Okkara klinikkatstøðingar eru allir útbúnir og hava drúgvar royndir í fakinum, og tú fert tí at arbeiða saman við fólki, sum kenna arbeiðið og strongu krøvini frá heilsumyndugleikunum til fulnar.

Vit eru ein privat tannklinikk við umleið 15 starvsfólkum. Á klinikkini verða gjørdar bæði smærri og størri tannviðgerðir, eisini størri og krevjandi skurðviðgerðir, sum klinikkatstøðingarnir hava drúgvar royndir við. Alt arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi. Vit hava regluligar starvsfólkafundir, har øll starvsfólk luttaka, og fundir fyri ymisku fakbólkarnar, har vit saman tosa um arbeiðsgongdir og hvussu vit best loysa uppgávurnar.

Tónin á arbeiðsplássinum er óformligur, og vit skipa javnan fyri útferðum og øðrum felags tiltøkum.

Vit leggja eisini dent á fakliga menning og eru javnan á skeiðum og eftirútbúgving, bæði her heima og við jøvnum millumbili eisini uttanlands.

Formligu krøvini fyri at fara í læru sum klinikkatstøðingur eru fráfaringaroynd fólkaskúlans og umleið eitt hálvt ár av starvsroyndum á eini tannlæknastovu.

Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 8 til 16, og allar pausur og matarsteðgir eru løntir.

Persónar, sum hava søkt starv hjá okkum áður, eru hjartaliga vælkomnir at søkja aftur.

Send umsókn til bokhald@petri.fo.

Vit hava leypandi samrøður, sum umsóknirnar koma inn. Allar umsóknir verða viðgjørdar sakliga og í trúnaði. Vit vóna at hava sett tann rætta umsøkjaran uml. hálvan apríl, men bíða fegin eftir tí rætta.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

PETRI SP/F © 2020 (v-tal: 582980) - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320
Yvirskipað um farspor

Heimasíðan brúkar farspor, til m.a. at minnast tínar stillingar, so vit kunnu veita tær eina betri tænastu. Farspor eru smáir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum m.a. hava til endamáls at minnast undanfarnar vitjanir. Farspor eru ikki skaðilig.