Tað er trygt at koma til tannlækna

Vit hava opið, so øll fáa neyðuga viðgerð

G.G.Allar ikki neyðugar viðgerðir eru avlýstar. Ring 320 320, ella skriva á petri@petri.fo, um tørvur er á viðgerð.

COVID19 – Tannlæknar tryggja neyðuga viðgerð

Heilsumynduleikarnir hava í gjár hert munandi um átøk og tilmæli í samband við bardagan móti corona virus, soleiðis at samlaði heilsugeirin nú setur alt inn fyri at tryggja neyðugar viðgerðir.

Hetta merkir ítøkiliga at tannlæknastovur nú avlýsa alla viðgerð sum kann bíða. Átakið er fyribils galdandi fram til 30. juni 2020.

Nýggja átaki frá heilsumynduleikunum er galdandi fyri allan heilsugeiran, tvs. øll løggild heilsustarvsfólk, eisini fysioterapeutar, ergoterapeutar, fótarøkt, tannrøktarar v.fl.

Hvat kann so nú gerast hjá tannlækna?

PETRI Tannklinikk hevur enn opið sum vanligt, frá kl. 8-16 hvønn gerandisdag, og vilja vit heita á tykkum um at ringja á tlf. 320 320, ella skriva til okkum á petri@petri.fo – so vegleiða vit fegin.

Tað er framvegis trygt at koma til viðgerð, og allar neyðugar viðgerðir verða sjálvandi gjørdar! Vit gera framvegis alt vit eru før fyri, fyri at tryggja tykkara tannheilsu, og einans viðgerðir ið kunnu bíða verða útsettar.

Stutt ófullfíggjað yvirlit yvir, hvat kann bíða:

  • Reglulig kanning
  • Tannreins
  • Smærri hol
  • Kosmetisk viðgerð

Stutt ófullfíggjað yvirlit yvir, hvat ikki kann bíða:

  • Traumur á tenn (tannskaðar)
  • Tannapínur
  • Bruni
  • Størri hol
  • Loysnaðar ella brotnar protesur, krúnur ella brýr
  • Brotnir ella leysir boylar til tannrætting

Avlýsingar av ikki neyðugum viðgerðum eru longu settar í verk, og kunnu tit vænta at hoyra frá okkum.

Eru nøkur ivamál, so ringi endiliga inn á tlf. 320 320. Vit sita klár og vegleiða. Tannlæknarnir eru klárir at taka sær av øllum tí neyðuga.

G.G. Hevur tú sjúkutekin, verið uttanlanda seinastu 14 dagarnar, ella verið í samband við ein ið hevur fingið staðfest smittuna, skalt tú ikki koma til tannlæknastovuna, hóast tú hevur tannapínu. Tú skalt tá seta teg í samband við tín kommunulækna.

Hesi tilmæli eru framvegis galdandi: https://www.petri.fo/kunning/tad-er-trygt-at-koma-til-tannlaekna-hja-okkum.html

Heilsan vit á PETRI Tannklinikk

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320
Call Now Button