Tannrætting

Vit kunnu uppá lutfalsliga stutta tíð bjóða tær at gera smærri tannrættingar. Tær flestu viðgerðirnar taka ikki longur enn 7-22 vikur, og verða gjørdar uttan brúk av føstum boyla. Eftir sjálva viðgerðina skalt tú hava ein tunnan skinnara á um næturnar í nakrar mánar, og síðan verður ein tunnur jarntráður festur á baksíðuna av tonnunum.

Tannrætting undirmunn

Ynskir tú at hoyra meira um hendan møguleika, ert tú vælkomin at ringja inn á telefon 320 320, ella senda okkum ein teldupost á petri@petri.fo

Vanlig mannagongd er at man kemur til eina innleiðandi kanning, har tannlæknin fyrst metir um tað er gjørligt at rætta tínar tenn við einum nøktandi úrslitið. Tað er eisini møguleiki at gjalda fyri eina 3D skanning, sum kann vísa gongdina og væntaða úrslitið á eini teldu. Setur man viðgerðina í gongd, verður hetta gjaldið mótrokna aftur. Síðan verður tosað um úrslitð man realistiskt kann væntað sær og til hvønn mettan kostnað viðgerðin kann gerast.

Tannrætting framtenn

Ring á telefon 320 320 og fá tíð til eina kanning!

Aðrar viðgerðir

Kirurgi

Kirurgi

Tannkirurgi er eitt felags heiti fyri allar skurðviðgerðir í munni, kjálkabeini og tannhaldi. Talan[...]
Brotin ella mist tonn

Brotin ella mist tonn

Hevur tú, ella eitt av tínum børnum, mist ella brotið eina tonn, eru nøkur góð ráð tit kunnu fylgja.[...]
Implantat

Implantat

Manglar tær eina ella fleiri tenn, er implantat viðgerð ein møguleiki. Stórt sæð øll kunnu fáa ísett[...]
Protesur

Protesur

Tað er ongantíð ov seint at fáa smílið aftur Manglar tær eina, fleiri ella allar tínar natúrlig[...]
PETRI SP/F © 2020 (v-tal: 582980) - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320