Protesur

Tað er ongantíð ov seint at fáa smílið aftur

Dygdargóðar og lívlíkar tannprotesur

Tannteknikarin tillagar eina protesu

Manglar tær eina, fleiri ella allar tínar natúrligu tenn, er ein tannprotesa frá PETRI allarhelst rætta loysnin.

Ein tannprotesa er ein eftirgjørdur likamslutur, har roynt verður at endurskapa eina livandi og sanna mynd av uppruna tanngarðinum hjá patientinum. Ella at sniðgeva ein tanngarð ið hóskar seg betur til patientin. Hetta er eitt listaligt handverk sum krevur stóran neyvleika. Saman við Tannlækna og Tannteknikara finna vit tí bestu loysnina til tín.

Tannteknikarin hjá PETRI er serfrøðingur í tannprotesum og ger á staðnum dygdargóðar og lívlíkar protesur, sniðgivnar til júst tín tørv. Allar protesur verða síðan tillagaðar neyvt saman við tannlækna, so tær sita væl, og tú kanst kenna teg væl.

Luta- ella Heilprotesu
Letur tað seg ikki gera at varðveita nakrar av tínum natúrligu tonnum, er ein heilprotesa loysnin. Hevur tú mist eina ella fleiri av tínum natúrligu tonnum, kann ein lutaprotesa vera rætta loysnin. Hóast tú bert hevur eina tonn eftir í munninum, kann ein lutaprotesa vera rætta loysnin til tín. Ein lutaprotesa fyllir minni enn ein heilprotesa og situr eisini fastari í munninum. Sjálvt tað at varðveita eina einkulta natúrliga tonn kann gera stóra nyttu! Ofta hoyra vit fólk siga, at tey tað sama kunnu trekkja allar sínar natúrligu tenn, fyri at fáa sær eina tannprotesu. Tað er sum oftast ikki besta loysnin!

Tískil er tað sera umráðandi, at man fyrst og fremst letur seg kanna av einum tannlækna, áðrenn man tekur avgerð um tannprotesu.

Regluligt eftirlit hjá Tannlækna
Onkuntíð hoyra vit fólk ynskja sær tannprotesu, so tey sleppa undan at ganga hjá tannlækna. Tað er tíverri ikki tilfeldi. Tað er líka umráðandi at ganga til regluligt eftirlit hjá tannlækna við tannprotesum, sum tað er at ganga til regluligt eftirlit av natúrligum tonnum. Hvussu ofta eftirliti eigur at vera, er nakað man avtalar við tannlæknan.

Teimum flestu dáma eisini væl at fáa tannprotesurnar reinsaðar og pussaðar regluliga hjá tannlækna. Hetta ger at tannprotesan er nemmari at halda rein heima og ger sjónligan mun á útsjóndina eisini.

Hevur tú heilprotesu, er tað umráðandi at tannlæknin reinsar protesuna regluliga og kannar um biti er í lagi, svinn av tannhaldinum v.m., tá hesar umstøður broytast við tíðini.

Hevur tú lutaprotesu, er tað somuleiðis umráðandi at tannlæknin reinsar protesuna regluliga og kannar bit, tannhald v.m. Umframt at tær natúrligu tennirnar verða kannaðar og reinsaðar regluliga. Hetta kann gerast samstundis sum eftirlit verður gjørt av tannprotesuni.

 

Ring til Tannteknikaran á PETRI. Saman finna vit títt smíl fram aftur 🙂

Ring á telefon 320 320 og fá eina tíð til ókeypis kanning!

Aðrar viðgerðir

Tannrætting

Tannrætting

Vit kunnu uppá lutfalsliga stutta tíð bjóða tær at gera smærri tannrættingar. Tær flestu viðgerðirna[...]
Brotin ella mist tonn

Brotin ella mist tonn

Hevur tú, ella eitt av tínum børnum, mist ella brotið eina tonn, eru nøkur góð ráð tit kunnu fylgja.[...]
PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320