Brotin ella mist tonn

Hevur tú, ella eitt av tínum børnum, mist ella brotið eina tonn, eru nøkur góð ráð tit kunnu fylgja. Tað er til dømis stórur munur á, um talan er um vaksnamannatonn ella barnatonn, og sera umráðandi at tit fara til tannlæknan skjótast gjørligt.

Brotin tonn
Er talan um brotna tonn, ber til at goyma brotin petti í t.d. mjólk. Far til tannlæknan skjótast gjørligt. Ofta letur tað seg gera at líma brotin petti á aftur. Men tað er ikki altíð tann besta ella penasta loysnin. Ofta ber til hjá tannlæknanum at byggja tonnina upp aftur við plast, so væl at tað kann vera torført at síggja brotið aftur.


Brotin framtonn - bygd upp aftur við plast

Mist vaksnamannatonn
Er talan um eina vaksnamannatonn, ber til at fylgja hesum ráðum, fyri at fyribyrgja at skaðin gerst størri.

  1. Finn tonnina, og tak hana upp við at halda um sjálva krúnuna. Nert ikki við rótina.
  2. Tað er frægast um tonnin kann setast uppá pláss aftur skjótast gjørligt (bert vaksnamannatenn). Er tonnin vorðin skitin, kann tonnin skolast undir rennandi køldum vatni í uml. 10 sekund. Minst til ikki at nerta við rótina. Set síðan tonnina uppá pláss aftur, við at trýsta spakuliga til sjálva krúnuna. Bít síðan varðisliga í eitt lummaturriklæð ella líknandi. Far so skjótast gjørligt til tannlæknan.
  3. Letur tað seg ikki gera, at seta tonnina uppá pláss aftur, er næst besta loysnin at bera tonnina í munninum, til tú kemur til tannlæknan. Tá er frægast at bera hana ímillum tínar fortenn og varrar. Verður tað ov leingi at ganga við tonnini í munninum, ber til at goyma tonnina í mjólk. Tonnin má ikki goymast í kranavatn ella vætu til eitt nú kontaktlinsur.
  4. Undir øllum umstøðum ræður um at ansa væl eftir rótini. Sjálvt smáir skaðar á rótina minka um líkindi fyri at tonnin skal lekja.
  5. Tíðin, frá tonnin er mist og til hon verður sett upp aftur, hevur stóra ávirkan á líkindi fyri at tonnin kann bjargast. Far til tannlæknan skjótast gjørligt.

Mist barnatonn
Finnur tú ikki tonnina, er tað upp til tannlæknan at gera av, um tonnin er mist ella ikki. Hetta ger tannlæknin sum oftast við røntgenmynd. Ofta fara barnatenn upp í kjálkabeini.

Er barnatonnin sligin út, er tað umráðandi at tú ikki roynir at seta barnatonnina uppá pláss aftur. Tá er vandi fyri at tú gjørt skaða á vaksnamannatonnina, sum kann vera á veg. Barnið skal til tannlækna skjótast gjørligt.

Tonn sum er sligin leys ella skeiv
Hava ein ella fleiri vaksnamanna- ella barnatenn fingið skaða, so tær eru leysar ella skeivar, skulu tit skjótast gjørligt fara til tannlækna.
Er talan um eitt barn, er tað umráðandi at tit syrgja fyri, at barnið ikki nertir harðliga við tonnina – heldur ikki við tunguni – og tað skulu tit heldur ikki gera. Hetta kann gera meiri skaða enn gagn

Aðrar viðgerðir

Tannrætting

Tannrætting

Vit kunnu uppá lutfalsliga stutta tíð bjóða tær at gera smærri tannrættingar. Tær flestu viðgerðirna[...]
Protesur

Protesur

Tað er ongantíð ov seint at fáa smílið aftur Manglar tær eina, fleiri ella allar tínar natúrlig[...]
PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320