Ofta settir spurningar

Hevur tú ein spurning til tannlæknan, tannrøktaran ella tannteknikaran, ert tú vælkomin at senda okkum spurningin á petri@petri.fo. Vit royna at svara øllum spurningum, og leggja einans tað vit halda er viðkomandi fyri onnur út á heimasíðuna, dulnevnt sjálvandi.



S?
Hvat tannkrem skal man brúka?
Sv:

Vit viðmæla at man brúkar tannkrem við fluor, tí fluor tarnar framvøksturin av caries. Nøgdin av fluor í tannkreminum stendur sum oftast á pakkanum, og verður tað vanliga upplýst í (ppm F). Viðmælta nøgdin av fluor fyri vaksin er  1.450-1500 ppm. Og tann vaksni skal brúka uml. 2 cm (ca. 1 g) av tannkremi hvørja ferð ein bustar sínar tenn.

Nøkur sløg av tannkrem innihalda evni triclosan. Triclosan tarnar bakterium og sæst tí eisini í ymsum evnum til reingerð. Eitt eyðkenni við Triclosan er, at tað virkar yvir longri tíð, sum oftast uml. 12 tímar, og er tað tískil væl longri enn vanligt tannkrem tarnar bakterium. Stendur tað á pakkanum at tannkremi virkar longri enn vanligt, er tað sannlíkt at tað er orsakað av tilsetningsevninum triclosan.

Ein vansi við evninum triclosan er at tað er hormonforstýrandi. Og tað eru eisini ábendingar um, at bakteriur kunnu blíva mótstøðuførar (resistentar) yvir fyri triclosan. Hetta mótstøðuføri kann eisini gera seg galdandi fyri mótstøðuføri hjá bakterium yvir fyri antibiotika (t.d. penicillin).

Vit kunnu ikki viðmæla, at man velur tannkrem við evninum triclosan.

EU hevur skrásett evni triclosan á listan yvir umhvørvisdálkandi evni.

Hevur tú serliga sárbarar munnslímhindur, og hevur tú lyndi til at fáa sár (blister) í munnin, viðmæla vit, at tú heldur teg frá tannkremi við evninum Sodium Lauryl Sulfat (SLS). Hetta evnið fær tannkrem at skúma, men viðvirkar ikki á annan hátt til at halda tínar tenn reinar.

Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til at eitt serligt slag av tannkrem er vælegnað til tín. Ert tú í iva, ber til at spyrja tannlæknan um ráð til at velja tannkrem.


PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320