Stuðul

PETRI veitir í høvuðsheitum fíggjarligan stuðul til ymisk vælgerandi endamál, men stuðul kann eitt nú eisini veitast til gransking og virksemi ið stuðlar og mennir børn og ung í Føroyum.

PETRI er í føroyskum høpi ein lítil fyritøka og hava vit avmarkaða upphædd at lata á hvørjum árið. Av hesi orsøk er tíanverri ikki vist at allar umsóknir fáa játtandi svar, ella ta upphædd ið søkt verður um.

Vit veita í útgangsstøðinum ikki stuðul til ferðing, herundir námsferðir, ferðir til ymsar kappingar, kost, logi o.l.

Virksemið skal ikki verða av vinnuligum slagi og eingin privatur skal fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ágóða ella avlop av virkseminum.

Vit vænta okkum eina góða frágreiðing um ætlanina stuðul verður søktur til og at allir viðkomandi upplýsingar um ætlanina og persónar aftanfyri verða sendir saman við umsóknini.

Miða verður eftir at allar umsóknir fáa svar innan tríggjar mánaðir eftir váttaða móttøku. Vit tilskila okkum frítt at velja ímillum allar innkomnar umsóknir.

Umsóknir skulu sendast til petri@petri.fo

PETRI SP/F © 2011 - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320